Uttanlands

Balmoral letur upp fyri almenninginum

Kostnaðurin fyri vitjanina verður 100 pund – skalt tú hava nón-te eisini kostar tað 50 pund omaná

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-03 20:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu fær almenningurin nú lov til at síggja partar av Balmoral slottinum í Skotlandi, sum hevur verið bústaður hjá bretsku kongsfamiljuni síðan 1852.

Tað skrivar The Guardian.

Higartil hevur verið møguligt hjá almenninginum at síggja veitsluhøllina á slottinum, men nú bjóðar kongsfamiljan teimum vitjandi eisini at síggja rúmini, sum tey sjálvi brúka, tá tey eru á slottinum.

Tað verður tó ikki heilt bíligt at vitja slottið, sum serliga hjá Elizabeth drotning var eitt vældámt frítíðarstað og frírúm.

Kostnaðurin fyri ein rundtúr verður hundrað pund, ella umleið 870 krónur, og um tú harafturat skal njóta ein “afternoon tea” á Balmoral, so kostar tað fimmti pund afturat.

Tað verður tó ikki trongsil á slottinum, tí tað verða einans seld 40 atgongumerki um dagin.

[object Object]
Mynd innan úr einari av stovunum á Balmoral Castle. Myndin er frá september 2022, tá Elizabeth drotning tók ímóti Lizz Truss, í sambandi við at hon varð góðtikin sum nýggjur bretskur statsministari (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder