Uttanlands

Banan við gaffatape seld fyri 800.000 krónur

Italski listamaðurin keypti bananina fyri tvær krónur, og í vikuni varð hon seld fyri nógv meira

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-12-07 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein banan er ikki bert ein banan. Verður hon eitt nú klistrað upp á ein vegg við gaffatape, kann hon gerast eitt dýrt listaverk.

Tað hevur italski listamaðurin Maurizio Cattelan prógvað við listaverkinum "Comedian".

"Comedian" er ein banan, sum er keypt í einum matvøruhandli í Miami, sum síðani er hongd uppá veggin við gaffatape.

Listamaðurin keypti sjálvur bananina fyri tað, sum svarar til uml. tvær krónur, og í vikuni varð sama banan – nú við gaffatape – seld fyri 120.000 dollarar (meira enn 800.000 krónur, red.). Tað skrivar TV2.

Tilsamans vórðu tríggjar bananir av hesum slagnum settar til sølu, og tvær av teimum eru longu seldar. Seinasta bananin væntast at verða seld fyri uppaftur fleiri pengar enn tær báðar fyrstu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder