Fyrra hálvár royndist væl hjá BankNordik-samtakinum, sum í dag hevur kunngjørt hálvársroknskapin. Lága rentustøðið er framhaldandi ein avbjóðing fyri inntøkurnar hjá bankanum, men virksemið hjá samtakinum hevur góð úrslit væl á øllum økjum. Sambært Bank Nordik eru útlitini fyri árið eru nú betri enn upprunaliga væntað. Góða gongdin hevur elvt til afturføringar av niðurskrivingum, og tískil kundi BankNordik fyri kortum boða frá, at ársúrslitið hjá samtakinum væntandi verður betri enn væntað við ársbyrjan.
Rakstrarúrslitið gjørdist 153 milliónir og hækkaði sostatt við 8% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
- Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður er merkt av øktum virksemi og hóvligum útlánsvøkstri. Eisini hava nýggj átøk og tænastur til kundar okkara sett sín dám á fyrra hálvár. Eitt nú hava vinnukundar víst stóran áhuga fyri nýggja fíggingarmøguleikanum til nýskapandi verkætlanir gjøgnum InnovFin, og privatkundar hava tikið væl ímóti Apple Pay, sum kom til Føroya í mai,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
(Árni Ellefsen - Mynd: Bank Nordik)
Virksemið hjá dótturfeløgum bankans hevur eisini staðið seg væl fyrstu seks mánaðinar í 2019. Inntøkurnar hjá Trygd hækkaðu, og kundarnir boðaðu frá færri skaðum enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið skaðatalið var lutfalsliga høgt. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framhaldandi stórur, og tað sæst aftur í virkseminum hjá Skyn, ið hevur avgreitt á leið 140 ognarsølur fyrra hálvár.
Úrslitið fyri skatt gjørdist 151 milliónir krónir. Til ber at lesa meira um rokniskapin á banknordik.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald