Uttanlands

Bankar í Nýsæladi og Avstralia taka lýsingar sínar av Facebook

Orsøkin er ein 17 minuttir lang upptøka av yvirgangsálopinum í Nýsælandi, sum varð send beinleiðis á sosialu miðlunum fríggjadagin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-19 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri avstralskir peningastovnar hava nú tikið avgerð um at gevast at lýsa á Facebook og Google.

Hetta hendir eftir ein 17 minuttir lang upptøka av yvirgangsálopinum í Nýsælandi varð send beinleiðis á sosialu miðlunum fríggjadagin.

Nógv hava síðani deilt upptøkuna, og bara fyrstu 24 tímarnar vóru 1,5 mió. dagføringar og boð tikin av Facebook.

Nú eru fleiri avstralskir peningastovnar givnir at lýsa á Facebook og Google.

Eitt nú upplýsir bankin Westpac, at tey hava steðgað samstarvið við Facebook "fyribils".

Sambært DR sigur talsfólk hjá bankanum, at tey fegin vilja tosa við sosialu miðlarnar um deiling av "skaðiligum innihaldi" sum upptøkan av yvirgangsálopinum.

Tað sama ynskir bankin TSB.

- Vit eru vónbrotin av leiklutinum, sum sosialu miðlarnir høvdu í sorgarleikinum fríggjadagin, sigur talsfólk hjá TSB.

Eisini bankarnir ASB, ANZ, Kiwibank og BNZ eru givnir at lýsa á sosialu miðlunum.

Facebook og Google forvinna annars fleiri hundraðtals mió. dollarar gjøgnum lýsingar úr Avstralia og Nýsælandi á hvørjum ári. Summar av peningastovnunum eru eisini tey, ið hava keypt flest lýsingar á Facebook og Google í Nýsælandi.

Aftaná hendingina fríggjadagin segði forsetisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern, eisini á tíðindafundi, at hon ætlaði at tosa við Facebook um, hvønn leiklut sosialir miðlar hava, tá tað snýr seg um at strika upptøkuna og at steðga fólki í at deila hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder