Amerikanski rapparin Kanye West varð farna vikuskifti útihýstur av sosialu miðlunum Twitter og Instagram fyri at hava brotið brúkarareglur teirra, tá hann legði fleiri dagføringar út, sum vóru mettar at innihalda jødahatur.
Nú boðar amerikanski bankarisin JP Morgan Chase frá, at tey eisini steðga samstarvið við Kanye West og skógvamerki hansara, Yeezy. Í brævi frá bankanum, sum BBC hevur sæð, sum varð sent 20. september, stendur m.a., at Kanye West skal hava flutt virksemi sítt yvir í ein annan banka áðrenn 21. november.
Upplýst verður ikki, hví bankin hevur vrakað Kanye West.
Yeezy er eitt samstarv millum amerikanska rapparan og Adidas, og týska ítróttaklædnafyritøkan boðar eisini frá, at tey eru í ferð við at endurskoða avtaluna við Kanye West.
Árligi umsetningurin frá Yeezy til Adidas er 15 milliardir krónur, ið er nærum 10 prosent av samlaða árliga umsetninginum hjá Adidas.
Fráboðanin hjá Adidas kemur, eftir at Kanye West hevur verið fyri atfinningum fyri at møta upp til mótavikuna í París í einari blusu við orðunum "white lives matter".
Adidas hevur ikki beinleiðis nevnt orsøkina, men eitt talsfólk hjá fyritøkuni sigur, at eitt gott samstarv byggir á virðing millum partarnar og felagsvirðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald