Innanlands

BankNordik endurskoðar gjøld og kostnaðir hjá privatkundum

Eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Fyrimunaskipanin verður tó avtikin 1. september

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan, skrivar BankNordik í dag

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan, skrivar BankNordik í dag

2024-02-01 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan.

Hesum boðar bankin fram í dag. Hann hevur verið fyri ávísum atfinningum um júst gjøld, men nú fella ymisk burtur.

Bank Nordik skrivar í tíðindaskrivi, at eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Harafturat tillagar bankin fyrimunaskipanina, soleiðis at samlaði prísbygnaðurin verður meira einfaldur.

- Vit eftirmeta javnan okkara prísir og kostnaðir fyri at tryggja kappingarførar prísir, og vit hava nú valt at strika fleiri kostnaðir. Til dømis hava vit gjørt av, at allir privatkundar skulu kunna fáa og brúka Netbankan heilt ókeypis, og at eitt nú kontugjaldið hjá fleiri kundum fellur burtur. Hóast broytingarnar bera ein kostnað við sær fyri bankan, so eru hetta neyðugar broytingar til frama fyri okkara privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.

Ókeypis Netbanki fyri allar privatkundar

Hetta er fyrsti peningastovnur í landinum hevur bankin nú valt at strika kostnaðin fyri Netbankan hjá privatkundum. Allir slíkir kundar kunnu nú kunnu brúka Netbankan og gera vanligar flytingar íroknað inngjaldskort heilt ókeypis.

- Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt. Til dømis er Netbankin vorðin ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá mongum, og við tíðini fer kundin at fáa atgongd til fleiri og fleiri talgildar tænastur. Tá er tað neyðugt, at kostnaður ikki er ein forðing fyri at nýta talgildu loysnirnar, og júst tí hava vit valt at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar”, sigur Turið F. Arge

[object Object]
- Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt, sigur Turið F. Arge

Meira einfaldur prísbygnaður

Frá 1. september í ár verður fyrimunaskipanin avtikin. Ítøkiliga merkir broytingin, at avslátturin á ávikavist 10 prosent og 25 prosent, ið summir kundar hava fingið fyri ávís gjaldskort og tænastur, verður strikaður. Hóast hesin avslátturin fellur burtur, eru prísirnir kappingarførir, sigur BankNordik.

- Orsøkin til broytingina er, at ein avtøka av fyrimunaskipanini ger prísbygnaðin og prísyvirlitið munandi meira einføld, og tað verður lættari hjá einstaka kundanum at síggja, hvat hvør tænasta kostar. Harafturat er munurin á kundunum í og uttan fyri fyrimunaskipanina, so mikið lítil í dag, og tí hevur bankin valt at gera ein meira einfaldan prísbygnað, sum er líka fyri allar privatkundar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder