Innanlands

BankNordik hækkar 39 ymisk tænastugjøld

Onkur gjøld hækka við heilt upp í 400 prosent – broytingarnar fáa gildi frá 16. august

2021-07-08 13:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samstundis sum BankNordik boðaðr frá, at privatkundar skulu rinda meira negativari rentu og afturlatnum sjálvtøkum, boðar bankin eisini frá rættiliga stórum príshækkingum á eini røð av tænastugjøldum at galda frá 16. august.

Talan er um 39 tænastugjøld, sum øll hækka munandi – úr 11 prosentum upp í 400 prosent, ella ein fimmfalding.

Størsta hækkingin er árliga kontugjaldið fyri eina gjaldoyrakontu, sum hækkar úr 100 krónum upp í 500 krónur og fyri skundflyting í netbankanum fyri bæði privat og vinnu, sum hækkar úr 2 krónum upp í 10.

Tað er eisini ein hækking, sum ikki ber til at rokna út í prosentum, nevniliga gjaldið við inngjaldskorti/giro á netbankanum, sum nú fer at kosta 5 krónur – í løtuni er hetta ókeypis.

Ein onnur fleirfalding í tænastugjaldinum er útgjald úr sjálvtøkunum fyri NordikBørn, NordikUng og NordikSolo, sum hækkar úr 1,5 til 5 krónur.

Trý gjøld hækka við 150 prosentum úr 2 til 5 krónur, nevniliga útgjald í sjálvtøkum, vanlig flyting í Netbankanum og flyting sama dag fyri vinnukundar.

Hesar tænastur tvífaldast: Útgjald við kassan, inngjald á egna kontu úr 25 til 50 krónur og gjald fyri lønarflyting og fastur lønarordri, sum hækka úr 20 til 40 krónur “pr. lønarlinju”.

Yvirlitið fyri príshækkingarnar sæst her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder