Innanlands

BankNordik hækkar negativu rentuna

Samstundis lækkar eisini upphæddin, sum verður undantikin negativa rentu – ístaðin bjóðar bankin samansparingarkontu við 0 prosent í rentu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-08 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BankNordik broytir nú skipanina við negativari rentu eitt sindur. Samstundis sum upphæddin, ið verður undantikin negativa rentu, verður lækkað, hækkar negativa rentan eisini eitt vet. Í fráboðanini hjá bankanum siga tey, at negativa rentan lækkar, men tað skal skiljast soleiðis, at bankin nú fer at taka meira í rentu fyri at hava pengar innistandandi.

Broytingin fær gildi pr. 16. august.

Bankin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi í dag:

“Tann 16. august broyta vit innlánsrentur og prísir og fara samstundis undir at bjóða eina nýggja samansparingarkontu uttan negativa rentu. Eisini verður talið av sjálvtøkum kring landið tillagað.

Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum hava við sær, at innlánsrentan nú verður lækkað. Broytingarnar verða gjørdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið vit hava av innlánum hjá kundunum.

Tann 16. august verður hetta galdandi:

  • Rentan á innlánum hjá privatkundum verður broytt úr -0,60% til -0,75%.
  • Upphæddin, ið er undantikin negativari rentu verður broytt úr 350.000 kr. til 150.000 kr.
  • Tað fer at bera til at hava tríggjar vanligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer upp um ávikavist 100.000 kr., 25.000 kr. og 25.000 kr.
  • Rentan á pensjónskontum verður broytt úr -0,60% til -0,75% frá fyrstu krónu.
  • Børn og ung undir 29 ár eru framvegis undantikin negativari rentu.”

12 mánaða uppsøgn og 0% rentu
Sum nakað nýtt bjóðar BankNordik sínum privatkundum eina samansparingarkonto við null prosent í rentu.

Hetta er galdandi fyri innlán millum 100.000 og fimm milliónir krónur. Kontan hevur 12 mánaða uppsøgn, og í minsta lagi 100.000 krónur skulu setast inn á kontuna, sum sambært bankanum er “væl egnað til teirra, ið vilja binda peningin í minst 12 mánaðir og samstundis sleppa undan at gjalda negativa rentu”.

Onki verður upplýst um, hvat kundin skal gjalda fyri at fáa pening av kontuni í uppsagnartíðini.

Pr. 16. august ger bankin eisini tillaðingar í skipanini við sjálvtøkum við at minka talið av sjálvtøkum úr 16 niður í 8.

Les: BankNordik letur aðru hvørja sjálvtøku aftur   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder