Innanlands

BankNordik hækkar rentuna

Tað verður eitt sindur dýrari at læna pening, meðan minni skal gjaldast í negativari rentu av teimum innlánum, sigur BankNordik

(Savnsmynd: BankNordik)

(Savnsmynd: BankNordik)

2022-07-22 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fundi 21. juli avgjørdi evropiski miðbankin (ECB) at hækka rentuna við 0,5 prosentstigum. Rentuhækkingin var væntandi og hevur til endamáls at tálma inflatiónini, ið hevur verið hækkandi seinasta árið. 

Í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá ECB boðaði danski tjóðbankin frá somu rentuhækking, og hetta hevur nú við sær, at BankNordik í næstum fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur.

- Rentubroytingin merkir, at rentan á øllum innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka. Tað verður eitt sindur dýrari at læna pening, meðan minni skal gjaldast í negativari rentu av teimum innlánum, sum kundarnir hava í bankanum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5 prosentstigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4 prosentstigum p.a. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,3 prosentstigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5 prosentstigum p.a.

Rentubroytingin fær gildi 5. september, og lýst verður í bløðunum í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder