Innanlands

BankNordik hækkar rentuna

Negativa innlánsrentan verður eisini avtikin

(Mynd: Banknordik)

(Mynd: Banknordik)

2022-09-09 09:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Evropiski miðbankin (ECB) avgjørdi í gjár sum væntað aftur at hækka rentuna - hesa ferð við 0,75 prosentstigum.

Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at BankNordik aftur fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur. Í hesum sambandi verður negativa innlánsrentan avtikin.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,55 prosentstigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a., og somuleiðis hækka útlánsrentur og provisión við upp til 0,45 prosentstigum p.a. Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 30. september og fyri privatkundar tann 17. oktober, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Kontur við positivari rentu ávegis

Hækkandi rentan hevur við sær, at bankin frá 1. oktober aftur fer at bjóða samansparingarkontur við positivari rentu:

• Pensjónssamansparing: 0,30 prosentstig p.a.

• Bústaðarkonta: 0,50 prosentstig p.a.

• Samansparingarkonta, bundin í 3 mðr.: 0,25 prosentstig p.a.

• Barnasamansparing: 0,30 prosentstig p.a. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder