Innanlands

BankNordik: Kundin má hava ráð at liva

Fortreytin fyri at veita fígging av húsum, íbúðum ella húsabygging er, at kundin hevur nóg stóra eginfígging, at skuldarlutfallið ikki er ov høgt, og at kundin hevur nóg mikið av peningi eftir at liva fyri, áðrenn bankin játtar seg at fíggja bústaðin

- Tað kann vera ógvuliga avbjóðandi hjá ungum familjum at útvega sær eini hús í høvuðsstaðarøkinum. Tí síggja vit, at alt fleiri leita sær út á bygd, har prísirnir eru væl lægri, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað kann vera ógvuliga avbjóðandi hjá ungum familjum at útvega sær eini hús í høvuðsstaðarøkinum. Tí síggja vit, at alt fleiri leita sær út á bygd, har prísirnir eru væl lægri, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-17 08:50 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Tá ein kundi leggur leiðina inn í peningastovnin at kunna seg um møguleikarnar fyri at fáa fígging til eitt bústaðarkeyp ella hevur ætlanir um at byggja, so er útgangsstøðið altíð, hvør fíggjarliga støðan er hjá einstaka kundanum. Skuldin má ikki gerast ov stór í mun til samlaðu inntøkuna hjá kundanum, og hvat hesin megnar at rinda aftur um mánaðin. Hetta má sjálvandi standa mát við samlaðu inntøkuna hjá húskinum og tær útreiðslur, sum lønin harútyvir megnar at dekka. Harafturat er eisini neyðugt við einari ávísari eginfígging til bústaðarkeypið.

---

Tema um bústaðartrot


Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.

---

- Tað er týdningarmikið, at húskið hevur tað neyðuga gjaldføri, og at byrðan í gerandisdegum við at fáa tað heila at mala runt, ikki gerst ov stór. Sum fíggjarstovnur hyggja vit eftir, hvussu nógvan tiltøkupening, ið kundin hevur at ráða yvir, tá allar fastar útreiðslur eru rindaðar, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Hon vísir á, at fyri støk fólk krevur Bank Nordik, at tiltøkupeningurin er í minsta lagi 7.000 krónur um mánaðin, og fyri pør 10.000 krónur. Um tað eru børn í húsarhaldinum, er hetta samsvarandi hægri, so tað dekkar eitt nú stovnspláss og møgulig brúkaragjøld í sambandi við frítíðarvirksemi.

Les hesa og fleiri aðrar greinar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder