Mentan

BankNordik-savnið hevur keypt fyrstu tvey listaverkini

Talan er um tveir málningar eftir Anker Mortensen, málara og grafikara – Savnið keypti myndirnar í farnu viku

Jákup Simonsen stýrislimur, Anker Mortensen listamaður,  Helgi A. Fossádal stýrisformaður

Jákup Simonsen stýrislimur, Anker Mortensen listamaður, Helgi A. Fossádal stýrisformaður

2020-12-21 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í juni mánaða í ár var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list. P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðnum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr. 150.000,-.

Henda stuðulsavtalan er sera týdningarmikil fyri savnið, soleiðis at savnið hevur møguleika at fáa til vega nýggj listaverk og harvið fylgja við, hvat rørir seg á hesum øki.

Í síðstu viku keypti savnið fyrstu tvey listaverkini eftir hesum leisti frá listamanninum Ankeri Mortensen.

Anker Mortensen er føddur í 1961 og er málari og grafikari, og hann telist millum tey mest serstøku og týðandi listafólk í Føroyum í dag.

Tann føroyska málningalistin er eyðkend fyri at hava nýtt landslagið sum sítt yndismotiv í mong ár. Men Anker Mortensen fer aðrar leiðir og er soleiðis serstakur í føroyskum høpi. Hann hevur ment sín egna málningastíl. Í málningum sínum leggur hann størri áherðslu á lit enn snið mótvegis tí føroysku siðvenjuni.

Myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur keypt, hava heitini ávíkavist “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” (2019), stødd 140 x 140 cm og “Sólvindur” (2019) stødd, 120 x 150 cm.

Málningarnir, “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” og “Sólvindur”, bera báðir heitið vindur - tó við ymiskari merking. Motivið í báðum málningunum eru lyrisk og poetisk. Í báðum málningunum eru ymiskir náttúrulitir - bæði sterkir og meira kámir litir, sum skapa eitt livandi litspæl við ymiskum verum í. Listaverkini hjá Ankeri víðka hugflogið hjá áskoðaranum, og ger hann forvitnan, soleiðis eru verkini opin fyri tulking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder