Mentan

Banknordik-savnið keypt verk frá føroyskum listakvinnum

P/F Banknordik letur á 150.000 krónur í árligari stuðulsjáttan til Banknordik-savnið at keypa føroyska samtíðarlist

Hansina Iversen

Hansina Iversen

2021-08-25 21:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í juni 2020 var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist. P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðinum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr. 150.000,-.

Í februar 2021 keypti BankNordik-savnið eftir hesum leisti eitt listaverk eftir listakvinnuni Hansinu Iversen á framsýningini hjá Steinprenti í Tórshavn, ið hevur  heitið ”Orðið er ógreitt, myndin er klár.”

Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á Lista- og Hansíðaskóla Íslands 1989-93 og á Kunstakademiet í Helsingfors 1993-97. Listaverkið er olja á lørift og er ”Uttan heiti”, sum flestir av málningunum hjá Hansinu Iversen. Støddin er 180 x 130 cm.

Hansina Iversen hevur hugsavnað seg um málninga- og steinprentlistina. Myndevnið hjá Hansinu er ikki landslagið sum so, ið hevur eyðkent føroysku málningalistina, men er óítøkiligt. Listakvinnan hevur gingið sínar egnu leiðir og hevur ment seg innan ta abstraktu og sinnisligu listina.

Málningurin er ”abstraktur”, og nýtslan av litunum skapar ein dám av einføldum og eintáttaðum virknaði. Men rørslurnar í myndini geva áskoðaranum ta fatan, at  hann onkursvegna er figurativur. Litirnir eru ljósir og gjøgnumskygdir (gulir, bláir, hvítir, gráir og reyðir). Á myndini síggjast organiskir formar í ymiskum litum, ið eru samantvinnaðir.

Heitið á framsýningini vísir til hugaheimin hjá listakonuni og hennara neyva endamál við málninginum. ”Uttan heiti” leggur tað púra opið fyri áskoðaran at skilja málningin, og ger hann forvitnan og skapar eitt samskifta við málningin.

Eftir sama leisti keypti BankNordik-savnið í juni 2021 tvey listaverk á framsýningini ”Tey 12” í Mullers Pakkhúsi eftir listakvinnuni Silju Eystberg.

Silja Eystberg (f. 1993) hevur gingið á Cambridge School of Art, haðani hon hevur staðið Bachelor prógv í Fine Arts í 2016.

Silja Eystberg hevur havt fleiri serframsýningar í Føroyum og verið við á Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini.

Hon hoyrir til unga ættarliðið av føroyskum listafólki, ið flest teirra ganga nýggjar listarliga leiðir. Silja Eystberg nýtir myndevnið hjá altjóða listapallinum sum slóðara í sínum listarliga arbeiði.

Málningarnir eru figurativir og abstraktir. Myndevnið í báðum málningunum er eins - ein ovurstór andlitsmynd av eini kvinnu – ein nærmynd. Ovari parturin av myndevninum er fráskorið í báðum málningunum og er við til onkursvegna at avskepla teir saman við teimum sterku og áleypandi litunum í andlitinum.

Tann reyði liturin í málningunum er ráðandi, hinir eru bláir, svartir og eitt vet av ljósareyðum og hvítum. Teir ráðandi litirnir gera málningarnar myrkar, daprar og hava sálarfrøðiliga ávirkan. Men litirnir eru eisini við til at skapa lív og rørslu í málningunum við teirra skuggaspæli, men samstundis geva teir eina fatan av álvarsemi. Hesar andlitsmyndir geva málningunum eitt máttmikið eyðkenni. Málningarnir eru kensluligir og vísa djúphugsni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder