Innanlands

BankNordik: Úrslitið fyri 2019 verður betri enn væntað

Upprunaliga varð mett, at bankin fór at fáa millum 150 og 200 mió. krónur í avlopi, men bankin sigur nú, at úrslitið verður millum 170 og 210 mió. krónur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-20 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Úrslitið hjá BankNordik í ár verður betri enn væntað, sigur bankin í fráboðan til keypsskálan.

BankNordik væntaði upprunaliga, at úrslitið fór at verða millum 150 og 200 mió. krónur í avlopi, men sambært Kringvarpinum sigur bankin nú, at úrslitið verður millum 170 og 210 mió. krónur.

Orsøkin til hetta er, at inntøkurnar frá tryggingum og ómaksgjøldum hava verið størri enn mett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder