Tað verður ikki loyvt at hava palestinsk fløgg við inn í salin, tá altjóða sangkappingin Eurovision verður hildin í Malmö í Svøríki í komandi viku.
Tað hevur European Broadcasting Union, EBU, sum skipar fyri kappingini, tikið avgerð um, sambært svenska blaðnum Göteborgs-Posten.
Bannið er galdandi fyri bæði palestinsk fløgg og skelti við politiskum boðskapum.
Um onkur kortini roynir at fáa slík ting inn í Malmö Arena, har kappingin verður hildin, verður viðkomandi sýtt atgongd.
Á almennu Eurovision-heimasíðuni stendur, at tað einans er loyvt at hava fløgg við frá luttakandi londunum. Pride-fløgg eru tó undantikin.
Sangkappingin byrjar týsdagin við fyrstu av tveimum hálvfinalum. Onnur hálvfinalan verður hósdagin og finalan leygarkvøldið 11. mai.
Palestinska flaggið verður ofta tikið fram av mótmælisfólkum, sum mæla ímóti krígnum millum palestinsku Hamas rørsluna og Ísrael í Gazageiranum.
Yvir 35.500 fólk hava latið lív í stríðnum, eftir at Ísrael fór undir eitt mótálop móti Hamas, sum 7. oktober fór inn í Ísrael og dram yvir 1.100 fólk.
Palestina er ikki við í Eurovision. Men tað er Ísrael harafturímóti. Umboðið fyri Ísrael í kappingini, Eden Golan, varð tó biðin um at skriva sín Eurovision-sang, ‘October Rain’ um.
EBU metti, at sangurin sipaði ov nógv til álopið 7. oktober, og tí var politiskur, og tað er í stríð við reglurnar. Sangurin eitur nú ‘Hurricane’, skrivar Ritzau frá svensku TT tíðindastovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald