Løgreglan á Suðurnesi í Íslandi hevur nú stongt fyri vitjandi at nærkast eldgosinum við Fagradalsfjall.
Hetta verður gjørt av trygdarávum, sigur løgreglan. Tey, sum varða av gosfjallinum, t.e. løgreglan, bjargingarlið og granskarar, hava tørv á tíð til at finna út av nýggju støðuni hjá gosfjallinum. Gosið hevur broytt seg, so at gløðandi grýti nú floymir yvir eitt nógv víðari øki í og undir Geldingardali, skrivar RÚV.
Grýti floymir eisini oman í Nátthaga aftur, har næstan onki er komið í fleiri vikur. Tí hevur Nátthagi verið væl umtókt ferðamál hjá fólki at uppliva niðurkølt grýti í summar. Nú er hetta økið aftur vorðið vandamikið.
Gunnar Schram, løgregluovasti sigur við RÚV, at umstøðurnar kring eldgosið nú verða kannaðar, og tilskilar at steingingin av økinum fyri ferðafólki bert er fyribils
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald