Mentan

Bannast ov illa: Jenis vil ikki lata stuðul til teknifilm

Ráðgevar mældu landsstýrismanninum at lata stuðul til ein teknifilm, men tað vil hann ikki gera. Ov nógvar illbønir eru í filminum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-07 20:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Filmurin “Skúlascam” fær ikki 40.000 krónur í filmsstuðli fyri 2020, hóast ráðgevararnir í Mentamálaráðnum mældu til hetta.

Tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum tekur avgerð um hvør skal hava stuðul, og hann metir ikki, at Skúlascam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt, skal fáa pengar úr landskassanum. Tað segði hann við Dag og viku í kvøld.

[object Object](Skíggjamynd úr teknifilminum)

- Eg fái ráð frá ráðgevum allatíðina. Eg lurti eftir teimum, og í hesum førum var tað skrivligt. Eg las væl og virðiliga alt í gjøgnum. Nakrar av umsóknum høvdu teir ikki tilmælt, meðan aðrar vóru tilmældar. Og her var ein, sum mær ikki dámdi, sigur Jenis av Rana, sum eisini sigur seg hava hugt og lurta eftir hvat verður sagt í filminum.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd: Ólavur Fredeiksen / Faroephoto)

Í noktandi svarinum úr Mentamálaráðnum til filmsframleiðaran stendur, at “landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna viðmæla stuðli vegna málbrúkið í filminum”.

- Mær dámdi als ikki tað, eg sá. Tá eg seti mína undirskrift á, so góðkenni eg, at hetta er fantastiskt, og tað kundi eg ikki gera við hetta uppskotið til film, segði Jenis av Rana við Dag og viku.

- Mær dámar ikki at fólk bannast, og tað gera vanlig fólk ikki, og tað gera ung yvirhøvur heldur ikki. Í hesum føri snýr tað seg um, at eg skal geva loyvi til, at man fer í landskassan eftir pengum fyri at premiera honum fyri málbrúkið. Og tað kann eg yvirhøvur ikki, segði Jenis av Rana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder