Uttanlands

Bannon sekur í at vanvirða Kongressina

Ein av størstu stuðlunum hjá Donald Trump, tann høgravendi Steve Bannon, er dømdur sekur í at hava vanvirt Kongressina, tá hann noktaði fyri at vitna eftir eina stevning.

2022-07-24 12:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er eitt nevningating við 12 limum, sum er komin til niðurstøðuna, at Steve Bannon, sum hevur verið ein at mest trúgvu stuðulunum hjá Donald Trump í mong ár, er sekur í at hava vanvirt amerikonskum Kongressina, tá hann bleiv stevndur fyri fyri at vitna og lata tilfar til  Kanningarnevndina, sum Kongressin hevur sett at kanna álopið á Kongressina 6. Januar 2021 – men noktaði fyri at møta.

Dómur fellur í málinum 21. oktober og kann sera høgravendi podkastmiðlarin fáa upp til tvey ára fongsulsdóm.

Bannon, sum øll hesi seinastu mongu árini, hevur verið hin fremsti á barrikadunum at undirgrava almennar myndugleikar og stovnar og tað demokratiið, sum er grundarlagið undir amerikanska samfelagnum.

[object Object]

Bannon, sum er kendur fyri sín sera áleypandi, ógvusliga  og sermerkta talustíl, hevur í longri tíð roynt at sleppa undan ákærum og at fara í rættin við at vísa til, at hann var farin úr Hvítu Húsunum, tá stuðlar Trumps lupu á Kongressina. Eisini hevur hann roynt at koma undir paraplyina hjá táverandi forsetanum og vísa til, at hann ikki kann ákærast. Hetta hava fleiri dómarar síðani víst aftur, og endin var so, at hann varð noyddur til at møta í rættinum.

Bannon, sum er 68 ára gamal, er tann persónurin, sum hevur staðið næst Trump, sum nú er dømdur fyri eitt brotsverk eftir álopið á Kongressina. Hann hevur staðið við liðina á Trump og rópt valúrslitið svik og lygn, sjálvt eftir at hann herfyri varð noyddur til at møta í rættinum.

[object Object]

Rættarmálið vardi í eina viku og vóru einans tvey vitni. Tað tók nevningatinginum teir og ein hálvan tíma at koma fram til úrslitið: at Bannon við at sýta fyri at møta í Kanningarnevndini og lata henni tilfar, hevur gjørt seg sekan í brot á lógina undir greinini vanvirðing av Kongressini.

Eftir dómsavgerðina varð sagt, at dømingin av Bannon er ein sigur fyri lógarverkið og ein týðandi váttan  av arbeiðinum hjá Kanningarnevndini við formanninum Bennie Thompson og varforkvinnuni Liz Cheney á odda.

Dómurin er eisini ein týðandi ábending og ávaring um, at teir stuðlarnir hjá Trump, sum royna at sleppa sær undan ella sýra fyri at vitna ella leggja tilfar fram fyri Kanningarnevndini, kunnu rokna við somu viðferð sum Bannon.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder