Í gjár vann sosialdemokratiski flokkurin Arbeiderpartiet stórtingsvalið í Noregi. Ikki tí flokkurin gekk fram, men tí at flokkurin nú er tann størsti á tingi og hevur ein tryggan reyðan meiriluta aftan fyri seg.
Fyrsta dagin fer leiðarin í Arbeiderpartiet, Jonas Gahr Støre, at skipa stjórn saman við Senterpartiet og Sosialistisk Venstreparti.
Sostatt hava nú øll tey fimm stóru Norðurlondini sosialdemokratiskar stjórnir. Harvið er tað bara landsstýrini í Føroyum og Álandi, sum hava borgarligar politikarar sum stjórnarleiðarar.
Í Svøríki stendur sosialdemokraturin Stefan Löfven á odda fyri einari smalari stjórn saman við Miljöpartiet.
Í Danmark stendur sosialdemokraturin Mette Frederiksen á odda fyri einari minnilutastjórn, stuðlað av SF, Radikale Venstre og Enhedslisten.
Í Finnlandi stendur sosialdemokraturin Sanna Marin á odda fyri eini stjórn saman við Centern, De Gröna, Svenska Folkpartiet og Vänsterforbundet.
Og í Íslandi stendur vinstravenda Katrín Jakobsdóttir úr flokkinum Vinstri Grænu á odda fyri eini breiðari stjórn saman við borgarligu flokkunum Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum.
Í Grønlandi situr Múte B. Egede úr vinstravenda flokkinum IA í formanssessinum saman við Parti Naleraq, stuðlað av Atassut.
Í Álandi hava tey – eins og í Føroyum – eina mið-høgra stjórn undir leiðslu av Veroniku Thörnroos frá Åländska Centren, stuðlað av Moderat Samling för Åland, Obunden Samling og Hållbart Initiativ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald