Norðurlendska guidin fyri matstovur, White Guide, hevur í dag kunngjørt listan yvir ársins bestu matstovur í Danmark.
Noma, sum fyrr hevur verið kosin heimsins besta matstova, legði seg ovast á listan. Noma lat upp fyrst hesum árinum eftir at matstovan varð flutt, og í hesum sambandi stongd í eitt ár.
Men nummar tvey á listanum – næstbest í danska ríkinum – er Koks, sum í hvussu so er henda mánaðin út heldur til frammi við Gjónna.
Metingin í White Guide gjørd eftir eini stigaskipan, har hesi øki verða mett: ’Matur’ (vigar mest), ’tænasta’, ’drekkivørur’ og ’umhvørvi og stemningur’.
Nummar 3 gjørdist Mielcke&Hurtigkarl í Keypmannahavn, nr. 4 Geranium í Keypmannahavn, nr. 5 Kadeau í Keypmannahavn og Søllerød Kro í Holte, nr. 7 AOC og Kong Hans Kælder í Keypmannahavn og nr. 9 gjørdist Frederiksminde í Præstø og Kadeau á Bornholm.
White Guide letur eisini nakrar heiðurslønir fyri ymsar kategoriir, og her varð Koks kosin ”Ársins fiska- og skeljadjórsuppliving”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald