Innanlands

Bara stormhendingar hjá politinum at taka sær av í gjár

Maðurin, ið datt av stiga í sambandið við bjargingararbeiði í Leirvík, hevur tað eftir umstøðunum gott

2024-02-01 08:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði úr at gera í allan gjár við at taka í móti fráboðanum í sambandi við stormin, sum herjaði. Men tað var eisini tað einasta.

Onki annað politimál var skrásett henda dagin – og heldur ikki komu nøkur boð til alarmsentralin um at senda sjúkrabil avstað.

Uttan í tí eina førinum, tá ein maður, sum í sambandi við bjargingararbeiði, datt einar tríggjar metrar niður úr einum stiga.

Maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið, og eftir hvat løgreglan hevur frætt aftur, so slapp maðurin lutfalsliga væl, tó at “okkurt er brákað”.

260 fráboðanir

Løgreglan er enn ikki liðug við at skrásetta allar fráboðanirnar, sum komu inn á vaktsentralin í gjár. Men ein leyslig samanteljing seinnapartin í gjár vísti, at talan var um áleið 260 fráboðanir – ikki 160, sum vaktleiðarin kom at siga við miðlarnar í gjár.

Tað er so bara tær fráboðanir, sum koma á politistøðina. Roknast skal við nógv fleiri skaðum, har fólk antin hava bøtt um skaðarnar sjálvi ella hava boða beinleiðis frá til sløkkiliði ella bjargingarfelagið á staðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder