Um tveir mánaðir kemur nýggj sjálvsævisøga hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama, á marknaðin.
Í sambandi við útgávuni av "Becoming" hjá konu Barack Obama, Michelle Obama, í 2018, varð boðað frá, at forlagið Crown, sum hoyrir undir Penguin Random House, eisini hevði keypt rættindini til endurminningarnar hjá Barack Obama.
Á fyrsta degi, seldi bókin hjá Michelle Obama 725.000 eintøk, og gjørdist hon tann best seljandi bókin í Norðuramerika tað árið. Væntað verður, at nýggja bókin hjá Barack Obama, sum hevur fingið heitið "A Promised Land" verður líka væl umtókt.
"A Promised Land" verður givin út 17. november á fleiri málum. Á upprunamálinum er bókin 768 blaðsíður.
Bókin er tann fyrra av tveimum bókum, sum lýsa tíðina hjá fyrsta litta forsetanum í Hvítu Húsunum. Enn er ikki greitt, nær seinna bókin verður givin út, skrivar Ritzau.
Barack Obama hevur frammanundan skrivað tvær aðrar sjálvsævisøgur.
Fyrsta bók hansara, "Dreams From My Father: A Story of Race and Inheritance", sum varð givin út í 1995, snýr seg um uppvøkstur hansara í Hawaii og um ungu ár hansara í Chicago. Næsta bókin, "The Audacity of Hope: Thoughts on Reclaiming the American Dream" varð givin út í 2006 og snýr seg um politiska lív hansara, áðrenn hann gjørdist forseti.
Barack og Michelle Obama seldu rættindini til teirra endurminningar til Crown forlagið fyri 65 mió. dollarar (408 mió. krónur).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald