Uttanlands

Barbados slítur frá bretska kongsveldinum

Karibiska oyggjalandið gjørdist heimsins nýggjasta lýveldi í nátt

Flaggið hjá bretsku drotningini verður ikki vundið á stong á Barbados aftur

Flaggið hjá bretsku drotningini verður ikki vundið á stong á Barbados aftur

2021-11-30 08:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Karibiska oyggin Barbados hevur nú sagt farvæl til seinastu leivdirnar av hjálandatíðini, og hevur ný lýst seg sum sjálvstøðugt lýveldi. Næstan 400 ár eftir, at fyrsta bretska skipið legði at við Barbados strendur, er landið ikki longur ein partur av bretska kongsríkinum.

Stutt fyri midnátt lokala tíð, varð flaggið hjá bretsku Elizabeth II drotning strokið. Fleiri hundrað fólk vóru við til hátíðarhaldið í høvuðsstaðnum, Bridgetown.

Teirra millum var bretski krúnprinsurin Charles. Hansara vón er, at tað ikki verða fleiri lond, sum fara at fylgja hesum døminum. Móðir hansara, Elizabeth, er framvegis drotning í 15 økjum og londum, teirra millum Stórabretlandi, Kanada, Avstralia og Jameika.

Barbados hevur tikið hetta stig, sum eitt seinasta burtur frá hjálandatíðini og trælatíðini.

[object Object]Charles prinsur helt røðu á hátíðarhaldinum í nátt

Barbados hevur havt sjálvstýri síðan 1966, men tá valdu tey at varðveita kongsveldið. Hóast ovasti leiðarin ikki longur er Elizabeth drotning, men Sandra Mason, sum tjóðartingið í farna mánaði valdi til forseta, verður Barbados framhaldandi limur í Commonwealt-samgonguni.

Í røðu síni legði Charles prinsur dent á framhaldandi vinskapin millum Bretland og Barbados – hóast myrku søguna frá trælatíðini.

Undir hátíðarhaldinum í nátt varð kendasti barbadosbúgvin, sangarinnan Rhianna, kosin tjóðarhetja í landinum.

Hóast Elizabeth ikki longur er ovasti myndugleiki í Barbados, so er tað framvegis kvinnurnar, ið ráða fyri borgum í oyggjalandinum við umleið 290.000 íbúgvum. Forseti er nú Sandra Mason og forsætisráðkvinnan og stjórnarleiðarin er Mia Mottley.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder