Barbara Apol stillar upp til býráðsvalið

Hóast uppstillingin ikki er liðug enn, sendir Javnaðarflokkurin út fráboðan um persónar, sum stilla upp til býráðsvalið í Havn

Barbara Apol

Barbara Apol

2024-09-16 17:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast uppstillingin ikki er liðug enn, so koma alt fleiri nøvn fram, sum bjóða seg fram á javnaðarlistanum til býráðsvalið í Havn.

Hóast fleiri uppstillingarfundir hava verið í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, so er uppstillingin ikki liðug enn. Tað verður framvegis arbeitt við málinum, verður sagt.

Fleiri miðlar hava skrivað, at ávís ónøgd er yvir, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, stillar uppaftur, hóast hann áður hevur boðað frá, at hann ikki fór at bjóða seg framaftur. Og hesaferð stilalr hann upp saman við dóttrini, Elini Heðinsdóttir Joensen.

Tað skal m.a. vera orsøkin til, at Kári Johansen tók avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn ístaðin, og at býráðslimirnir Tróndur Sigurðsson, Súna Mørk og Bjørg Dam hava tikið avgerð um ikki stilla uppaftur.

Í dag boðar Javnaðarflokkurin frá í tíðindaskrivi, at Barbara Apol stillar upp til býráðsvalið. Barbara er roynd í politikki, varð næstvald til fólkatingsvalið seinast, og hevur í feiri førum tikið sæti á fólkatingi fyri Sjúrð Skaale.

Elin Heðinsdóttir eisini á listanum

Tað er eisini váttað, at Elin Heðinsdóttir Joensen stillar upp til býráðsvalið.

Tað ger hon sjálv í valgrein, hon um vikuskiftið sendi til miðlarnar. 

[object Object]Elin Heðinsdóttir Joensen



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder