Innanlands

Barbara Gaardlykke Apol stillar upp til fólkatingsval

Aktiv í altjóða ungdómspolitikki - roynir nú eftir fólkatingssessinum

2019-02-25 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Javnaðarflokkurin boðar í dag frá, at eitt av valevnunum á listanum til komandi fólkatingsval er 23 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol.

Barbara hevur longu nógv ár á baki í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU. Hon hevur tikið stór stig innan altjóða og norðurlendskan politikk, og í fjør gjørdist hon forseti fyri Ungdommens Nordiske Råd, sum er eitt tað størsta bragdið í føroyskum ungdómspolitikki. Harvið hevur hon sæti í formansskapi Norðurlandsráðsins saman við øðrum navnframum politikarum úr norðurlendsku parlamentunum.

- Tað kennist bara natúrligt fyri meg at taka eitt stig víðari. Eg brenni veruliga fyri altjóða samstarvi, og eg eri vís í, at tað er her, at vit kunnu loysa tær stóru avbjóðingarnar, ið fara tvørturum landamørk, greiðir Barbara frá.

Barbara leggur dent á, at so leingi vit hava felagsmálsøkir við Danmark, er tað týdningarmikið at hava eina føroyska rødd á Fólkatingi. Uppgávan hjá føroysku fólkatingslimunum er nevniliga eisini at vera eitt slag av vakthundi, og at vera til reiðar at ávirka danskar myndugleikar í mun til føroysk áhugamál.

Barbara lesur í løtuni búskaparfrøði á Setrinum, og gongur alt eftir ætlan, verður hon liðug í summar. Umframt at hava verið virkin javnaðarpolitikki, er Barbara forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta og limur í føroysku tjóðarnevndini til UNESCO.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder