Tann 1. august tekur Barbara Hannudóttir Jensen við starvinum sum leiðari á Hotel Ørkini í Reykjavík, sum er føroyska sjómansheimið í íslendska høvuðsstaðnum.
Hetta skrivar Trúboðin í dag.
Seinastu sjey árini hevur íslendingurin Ragnar Snær Karlsson verið fyristøðumaður, men fer nú frá fyri aldur. Og sambært formanninum í stýrinum fyri hotel Ørkina hevur saknur verið í einum leiðara, sum tosar føroyskt.
- Vit hava verið sera glað fyri tað arbeiðið, sum Ragnar Snær Karlson hevur gjørt, og takka honum hjartaliga fyri tíðina, hann hevur verið leiðari á heiminum. Vit hava tó saknað at hava ein leiðara á heiminum, sum tosar føroyskt, og sum kann vera í tættari sambandi við føroyingar, og tað eru vit fegin um at hava fingið nú, sigur Jonhard Jensen, formaður í stýrinum við Trúboðan.
Barbara Hannudóttir Jensen er 47 ár og hevur drúgvar royndir innan millum annað sølu- og fyrisiting. Hon er gift Sólbjørn Jensen, sum eisini fer til íslands, at arbeiða á Ørkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald