
Árliga kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði var í gjárkvøldið og tá varð ársins brita 2025 eisini kosin.
Ársins Brita er tíðindakvinnan Barbara Holm, sum er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Hetta skrivar Kvinna á heimasíðuni.
- Við sínum áhaldandi og miðvísa arbeiði hevur Ársins Brita hjálpt okkum øllum at skilja, at persónligu søgurnar, sum vit hava frætt um, eru ikki eindømi. Nei – tær bera boð um ein samfelagstrupulleika, sum er inngrógvin í okkara mentan, og sum kemur okkum øllum við. Søgurnar, sum eru komnar undan kavi, eru bara toppurin av ísfjallinum, skrivar dósmsnevndin millum annað í sínari grundgeving.
- Hon torir at taka átrokandi mál upp, hóast hon væl veit, at hetta kann hava avleiðingar fyri tað einstaka menniskjað. Tí fyri henni vigar atlitið til samfelagið tyngrið; at vera fleiri til gagns. Og júst hetta er ein treyt í hennara dagliga virki, sum hon hevur verið í tey seinastu 20 árini.
Í dómsnevndini sita Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni og Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald