Innanlands

Barbara Holm í Kringvarpið at starvast

Fyrrverandi blaðstjórin byrjaði í dag í nýggjum starvi í Kringvarpi Føroya. John Johannesen er eisini nýggjur á redaktiónini í Sortudíki

Barbara Holm, sum nú starvast í Kringvarpinum og Beinta Løwe, sum í nógv ár var vertur í Degi & viku, men sum í summar fór úr starvi. Á løgtingsvalinum í august varð Beinta Løwe vald á løgting fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

Barbara Holm, sum nú starvast í Kringvarpinum og Beinta Løwe, sum í nógv ár var vertur í Degi & viku, men sum í summar fór úr starvi. Á løgtingsvalinum í august varð Beinta Løwe vald á løgting fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-07 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein av mest umrøddu journalistunum í fjør, og sum lítið hevur verið at sæð til síðstu mánaðirnar, verður nú aftur at hoyra og helst eisini síggja.

Í Degi & viku í kvøld hoyrdist ein kend rødd. Fyrrverandi blaðstjórin á Sosisalinum, Barbara Holm, byrjaði í dag í starvi í Kringvarpi Føroya.

Hon var blaðstjóri á Sosialinum saman við Eiriki Lindenskov til 1. februar í ár, og síðani hevur ikki verið so nógv at hoyrt til hana.

Les eisini: Blaðstjóri á Sosialinum gevst

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, upplýsir fyri Sosialinum í dag, at Barbara Holm fyribils er sett í starv í seks mánaðir. Somuleiðis er eitt annað kent andlit eisini sett í starv í seks mánaðir. Talan er um John Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður, tingmaður og journalistur á bæði Sosialinum og í Kringvarpinum.

- Vit royna at hava eina blanding av royndum og nýggjum journalistum í Kringvarpinum. Fyrimunurin við royndum journalistum sum John Johannesen og Barbaru Holm er, at tey kenna tað journalistiska yrki, og tí er tað skjótari at fáa tey í gongd við framleiðsluna av tilfari, sigur Georg L. Petersen við Sosialin í dag.

Les eisini: Arbeiða við nýggjari útvarpsrás

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder