Tann 5. Juli 2018 fór klædnamerkið Barbara í Gongini á heysin. Bert tríggjar vikur seinni er lív komið í aftur. Nýggjar kreftir eru komnar til og felagið hevur eina nýggja ætlan. Sniðgevin Barbara í Gongini stendur á odda.
Fashionforum.dk hevur eina longu samrøðu við Barbaru í Gongini um hennara bardaga fyri at halda klædnamerkið koyrandi.
- Móti øllum vónum fingu vit møguleika at leggja eitt grundarlag fyri eini endurnýggjan. Tí sita vit nú og arbeiða við at menna nýggjar rammur og nýggjan bygnað, sum skal verða grundarlagið fyri ein heilt nýggjan platform fyri Barbara í Gongini, sigur sniðgevin sjálv við heimasíðuna.
Barbara í Gongini fortelur hvussu tey strembaði høgt í 2017, men at hetta ikki gav tað av sær, sum tey høvdu væntað og vónað. Í dag heldur Barbara í Gongini, at tey áttu at hildið fast í teirra upprunaligu ætlan og hildið fast í sínum eyðkenni.
- Vit skuldi hildið fast við tí vit veruliga eru góð til, og so skuldi vit skorið inn á bein og reinska okkara vøru enn meira, sigur Barbara í Gongini.
Barbara í Gongini endar við at siga, at við endurnýggjanini lata tey upp fyri møguleikanum til eina nýggja byrjan.
Les samrøðuna hjá fashionforum.dk við Barbaru í Gongini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald