Innanlands

Barbara tekur aftur sæti á fólkatingi

Hetta fram til 25. mars og tí at Sjúrður Skaale er í farloyvi. - Eg fari at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanunum, sigur Barbara Gaardlykke Apol

Barbara Gaardlykke Apol hevur tvær ferðir áður havt sæti á fólktaingið sum varafólk. Hon fekk 461 atkvøður á fólkatingsvalinum í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Barbara Gaardlykke Apol hevur tvær ferðir áður havt sæti á fólktaingið sum varafólk. Hon fekk 461 atkvøður á fólkatingsvalinum í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-05 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjúrður Skaale hevur verið fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin síðani 2015. Nú verður hann í farloyvi í tríggjar vikur, og tað er Barbara Gaardlykke Apol, sum fer at røkja sessin til 25. mars.

Hesum boðar Javnaðarflokkurin frá í dag.

28-ára gamla havnarkvinnan var fjórðvald á Javnaðarlistanum í 2022. Millum Barbaru og Sjúrð á listanum vóru løgmaður Aksel V. Johannesen og landsstýriskvinnan Ingilín Didriksen Strøm. 

Harvið er Barbara Gaardlykke Apol fyrsta varafólk, og í dag tekur hon sæti á fólkatingi á triðja sinni. Hetta er fyrstu ferð í hesari setuni - Barbara var eisini varafólk undir seinastu stjón og var fyrstu ferð á fólkatingi í mars 2020 - aðru ferð  í mai 2021.

- Meðan eg taki sæti fari eg at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanum. Hetta er nakað, eg legði stóran dent á undir valstríðnum, og tí ætli eg mær sjálvandi at nýta møguleikan at seta sjóneykuna á tað, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

Javnaðarflokkurin skrivar, at hon eisini fer at luttaka á einari arktiskari ráðstevnu í Svøríki. Sjálv metir hon, at tað er av stórum týdningi at gera seg galdandi á teimum altjóða pallum, vit fáa atgongd til. Ikki minst, tá tað snýr seg um háaktuell mál, so sum viðurskifti í Arktis.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder