20. juli varð filmurin "Barbie" frumsýndur í biografinum, og filmurin er vorðin so væl umtóktur, at leikstjórin, Greta Gerwig nú er vorðin tann fyrsta kvinnan nakrantíð at leikstjórna ein film, sum hevur selt atgongumerki fyri yvir eina milliard amerikanskar dollarar.
Ein milliard dollarar svarar til 6,7 milliardir í okkara krónum. 28 mannligir leikstjórar hava eisini megnað at framleiða filmar, sum hava forvunnið hesa upphæddina.
Hetta er tó ikki einasta metið, nýggi filmurin um heimskendu dukkuna við Margot Robbie og Ryan Gosling í høvuðsleiklutunum, hevur sett.
Sambært Ritzau hevði "Barbie" selt fyri yvir eina milliard bert 17 dagar eftir, at filmurin varð frumsýndur, og tað er fyrstu ferð, at ein filmur hjá Warner Bros., sum stendur aftanfyri "Barbie", hevur selt atgongumerki fyri so nógvar pengar uppá so stutta tíð.
Gamla metið átti 8. og seinasta filmurin í Harry Potter-røðini "Harry Potter and the Deathly Hallows - Part 2", sum í 2011 seldi atgongumerki fyri eina milliard dollarar uppá 19 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald