Nú er loyvi endiliga givið til at byggja kendu kirkjuna La Sagrada Familia í spanska stórbýnum Barcelona.
Hetta hendir tó 137 ár eftir, at fyrsti steinurin varð lagdur. Byggiloyvið er galdandi til 2026, skrivar TV2.
La Segrada Familia verður mett at vera meistaraverkið hjá Antoni Guadís, arkitekti, og dregur bygningurin nógv ferðafólk at sær. Uml. 4,5 mió. fólk vitja kirkjuna á hvørjum ári, og uppaftur fleiri vitja økið fyri at sleppa at eygleiða bygningin uttanifrá.
Byrjað varð at byggja kirkjuna í 1882. Søkt var á fyrsta sinni um byggiloyvi í 1885, men sambært myndugleikunum í Barcelona er einki, ið bendir á, at loyvi nakrantíð varð givið.
Vónin er, at bygningurin verður liðugur áðrenn 2026, so hon verður klár til 100-ára minningarhaldið fyri deyða Antoni Gaudís.
Antoni Gaudís doyði í 1926, tá hann varð ákoyrdur av einum sporvogni.
Bót fyri manglandi byggiloyvi
Semja er gjørd við býarstýrið í Barcelona um, at grunnurin, ið hevur ábyrgd av at varðveita og byggja kirkjuna lidna, skal rinda 4,6 mió. evrur í bót fyri manglandi byggiloyvi. Hetta svarar til uml. 34 mió. í okkara krónum.
Tá kirkjan er liðugt bygd, fer eitt av 12 tornum hennara at gera La Sagrada Familia til hægsta trúarliga bygningin í Evropa.
La Sagrada Familia merkir á katalanskum "heilaga familjan" og sipar til Jósef, Mariu og Jesus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald