Uttanlands

Barcelona: Fjaldi hálvt kilo av kokaini undir parykkinum

Ein maður varð handtikin á einum flogvølli í juni fyri at hava roynt at smugla kokain fyri 30.000 evrur undir sínum parykki

Mynd: AFP

Mynd: AFP

2019-07-18 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk, ið hava smuglað rúsevni gjøgnum tíðina hava brúkt nógvar ymiskar mátar at fjala sínar vørur, eitt nú í beinprotesum og build-a-bear bamsum. Og í juni varð ein maður handtikin í Barcelona fyri at hava krógvað kokain undir parykkinum.

Tað skrivar Politiken.

Maðurin var 65 ár og úr Kolumbia, og hevði hann goymt eitt hálvt kilo av kokaini, sum hevði eitt samanlagt virði á 30.000 evrur (uml. 220.000 í okkara krónum).

Sambært løgregluni, vakti maðurin ans, tí at hann virkaði sera nervøsur, tá hann kom úr Bogotá. Men hetta var ikki tað einasta, ið vakti ans.

Eisini liturin, støddin og serliga hæddin á parykkinum var sera merkisverd. Undir parykkinum hevði maðurin límað 503 gram av kokaini fast á skallan hjá sær, og gav hetta hár hansara eitt sindur av volumen.

Men kolumbianski maðurin er ikki tann fyrsti, ið hevur roynt at fjalt rúsevni við følskum hári. Í 2015 varð ein kvinna í Madrid tikin fyri at hava seymað 900 gram av kokaini inn í parykkin hjá sær.

Smugling av rúsevnum er næstan gerandiskostur í Spania. Síðan 1987, tá rúsevnið fyri fyrstu ferð komu til landið, er talið av slíkum tilburðum vaksið við 5000 prosentum. Sum oftast smugla fólk tó ikki bert nøkur gram men fleiri tons.

Sambært The Guardian vísir ein uppgerð frá ES, at Spania liggur á einum 6. plássi yvir tey evropeisku londini, sum brúka mest kokain. Bretland liggur ovast á listanum, og Holland og Danmark liggja á ávikavíst 2. og 3. plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder