Seinnaparturin hevur spenningur verið í Løgtinginum, nú avgerðin um, hvør skuldi standa við samráðingarrættinum skuldi fella. Fyri lítlari løtu síðani varð hetta avdúkað.
Hetta mandatið fór ikki óvæntað til Bárð á Steig Nielsen. Vestmenningurin fekk yvir 1200 atkvøður á sínum fyrsta løgtingsvali sum formaður í Sambandsflokkinum, og so at siga allir flokkar hava sagt, at teir ynskja at gera samgongu við Sambandsflokkin.
Páll á Reynatúgvu kundi ikki avdúka, hvussu nógvir floksformenn peikaðu á Bárð á Steig Nielsen, men fráfarandi løgtingsmaðurin segði við Portalin, at har var ein breið undirtøka.
Jørgen Niclasen segði í viðtalu við okkum, at hann peikaði á Bárð, og Aksel V. Johannesen, sum hevur lagt rættin frá sær, segði ikki hava nakað ímóti hesum, og at hann framvegis vónar at talan verður eina breiða samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald