Innanlands

Bárður á Steig Nielsen og Løkke í Grønlandi

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum er á fundarferð í Nuuk.

Lars Løkke Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

Lars Løkke Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

2026-09-09 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er í løtuni staddur í Nuuk, har hann luttekur á fundi í samstarvsráðnum millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin eisini havt fleiri aðrar fundir við politiskar samstarvsfelagar.

Í gjár hitti hann danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har teir umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við uttanlandsnevndirnar í Løgtinginum, Inatsisartut og Fólkatinginum, har hann kunnaði um føroysk uttanríkisviðurskifti og sjónarmið.

[object Object]

Eisini hevur hann havt fund við verjunevndina í bretska tinginum, har serligur dentur varð lagdur á verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, umframt samstarvið við Bretland.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder