Innanlands

Bárður Atlason Ísheim nýggjur aðalskrivari hjá MEGD

1. juni tekur Bárður Atlason Ísheim við starvinum sum aðalskrivari hjá MEGD, tá ið hann avloysir Jónvør Christiansen

(Mynd: MEGD)

(Mynd: MEGD)

2022-04-27 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fýra árini hevur Jónvør Christiansen røkt starvið sum aðalskrivari hjá MEGD, men 1. juni tekur Bárður Atlason Ísheim við starvinum.

– Við Jónvør Christiansen er MEGD vorðin ein enn sterkari felagsskapur, mentur í vitan og skipan, og samstarvið við limafeløgini hevur samstundis verið fyrimyndarligt, skrivar nevndin í MEGD, sum takkar henni fyri gott samstarv.

Bárður Atlason Ísheim er útbúgvin á University of Aberdeen, har hann hevur lisið altjóða løgfrøði. Sum part av útbúgvingini innan altjóða løgfrøði, skrivaði Bárður høvuðsritgerð, ið viðger altjóða búskaparlig og sosial mannarættindi í Føroyum.

Umframt viðkomandi útbúgving hevur Bárður seinastu árini starvast sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya, har hann hevur vunnið sær hollar royndir og vitan um hjálpararbeiði og samstarv við sjálvboðin, nevnd, myndugleikar og stovnar.

Eisini hevur Bárður har havt strategiska ábyrgd fyri fjølbroyttum tilgongdum og verkætlanum. Hetta hevur givið honum eitt breitt samfelagsligt innlit og viðkomandi samskipanarligar førleikar, sum nú fara at koma MEGD og brekøkinum sum heild til góða.

– MEGD ynskir Bárði hjartaliga tillukku við starvinum og vit gleða okkum til gott samstarv, ið heilt víst fer at føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder