“Tíðin” er ein røð av myndum, sum listamaðurin Bárður Dal Christiansen sýnir fram í Norðurlandahúsinum í summar. Fernisering verður á middegi leygardagin.
Í sambandi við ferniseringina fer nýggi bólkurin, Konsørn, mannaður við Jan Rúna Poulsen og Mattias Kapnas, at spæla nøkur løg. Føroya Bjór stuðlar við drykkjuvørum.
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er opin frá 4. juli til 15. august.
“Tíðin” er ein røð av myndum, har Bárður hevur hugleitt um essensin av tíð, sum ein ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi, har ymiskar hugsanir og hendingar hittast, í brotum og stubbum, í eini tilgjørdari verð.
Í hesari framsýning er dentur lagdur á: Samtíðina.
Savnar inn til Barna- og ungdómspsykiatriina
Listaverkið “Livibreyð”, skal savna inn pening til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum.
Við listaverkið verður ein bússa, har til ber at koyra pengar í. Eisini er møguligt at skriva navn sítt á baksíðuna av myndini. Tá framsýningin er av, verður listaverkið selt á uppboðssølu. Allir pengarnir, ið koma inn gjøgnum tiltakið og søluna, fara óskerdir til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum.
Innsavnaði peningurin kann geva teimum møguleikan at keypa nýggjar leikur, tí tær leikurnar, ið eru á deildini, eru farnar langt framvið haldførisdegnum.
Bárður hugleiðir soleiðis um myndina:
- Eg havi gjørt eina mynd, ið eitur “Livibreyð”. Tað er rættuliga einfalt og vísir eina sjúkrasystir, ið hevur brotið Deyðastjørnuna (úr Star Wars. Hon hevur altíð verið ímyndin av óndskapi í mínum hugaheimi). Runt um høvuðsmyndina av sjúkrasystrini eru ymsar symbolskar ímyndir. Ein nokk so gerandislig viðmerking til tíðina, vit liva í beint nú .”
Bárður Dal Christiansen er 35 ára gamal. Í løtuni er hann undir útbúgving til arkitekt á Det Kongelige Danske Kunstakademi og assistentur hjá viðurkenda danska listamanninum Peter Callesen. Bárður hevur støðugt sýnt fram og verið undir listarligari menning síðan hann debuteraði á Várframsýningini í 2007.
Bárður hevur verið limur í Føroysk Myndlistafólk síðan 2009. Bárður arbeiðir mest við figurativari málningalist, tekning, skurðum og grafikki. Bárður býr og arbeiðir á Christianshavn, Keypmannahavn, men hevur verið í Korona útlegd í Føroyum síðani marts, har hann hevur arbeitt við list sínari, á verkstaðnum í Bacalao.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald