Í dag kl. 16.00 letur ein forvitnislig og forkunnug framsýning við Bárði Dal Christiansen upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin ber heitið Fáfongd og feigd og snýr seg eitt sindur um lívið, tilveruna, Kingo og tað, ið bíðar næst.
Við sær hevur Bárður eisini tann miðaldrandi spíran Bartal Hermansen, sum luttekur við einari myndarøð – fyri fyrstu, men ikki seinastu ferð.
Vónin er, at vit gerast betri til at pakka okkara fáfongd burtur og geva hvørjum øðrum fleiri herðakløpp. So má tíðin vísa, hvussu langt vit koma við at eggja heldur enn at køva.
Til ferniseringina spæla komandi heimsstjørnurnar í Nettup, Baldur Holm og Lasar Ilic. Talan er um elektrotungan hiphopp, ið hóskar sera væl til hátíðiligar løtur.
Boðið verður upp á vátt og turt til góman.
Gamla Seglhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald