Bárður á Steig Nielsen hevur júst fingið ein tíma afturat at royna at finna semju um landsstýrissamgongu.
Hann er júst komin út úr skrivstovuni hjá tingformanninum, har hann kunnaði Páll á Reynatúgvu um, at BAH-flokkarnir enn ikki eru komnir fram til eina semju.
Hann hevur nú fingið freist til klokkan 11 at gera eina nýggja roynd
Tað málsøkjabýtið millum flokkarnar, sum er trupulleikin, segði Bárður á Steig Nielsen uttan at koma nærri inn á samráðingarnar.
Men formaður Sambandsfloksins hevur ongar ætlanir um at kalla eitt nú Javnaðarflokkin og Tjóðveldið inn fyri at finna fram til eina aðra samgongu.
- Nei, eg fari fyrst at tosa við mín egna flokk fyri at vita, hvat nú skal gerast. Síðan fáa vit at síggja, hvat eg havi at boða løgtingsformanninum frá klokkan 11, segði Bárður á Steig Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald