Stígur hevur verið í arbeiðinum at skipa nýggja samgongu, so at siga í allan dag. Og heldur ikki í kvøld skal roknast við at nakað stórvegis hendir.
Tað eru privatar orsøkir, sum einki hava við politikk, sum eru orsøkir til, at ikki meira hendir í dag.
Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur tí fingið freist til í morgin klokkan hálvgun tíggju at boða løgtingsformanninum frá, hvussu gongur við samráðingunum.
Tað segði Páll á Reynatúgvu, virkandi løgtingsformaður, beint áðrenn at dyrnar til Løgtingið vórðu stongdar klokkan 17 í dag.
Um so er, at tað ikki skuldi eydnast Bárði á Steig Nielsen at funnið semju við Fólkaflokkin og Miðflokkin, so hevur hann møguleika fyri at fara aðrar leiðir til tess at savna meiriluta á løgtingi.
- Mandatið, sum formaður Sambandsfloksins fekk frá løgtingsformanninum er so mikið breitt, at tað ikki bert er galdandi fyri teir tríggjar flokkarnar, sum hava sitið til samráðingar hesa vikuna. Hann kann fara aðrar vegir eisini áðrenn hann vendir aftur til løgtingsformannin at boða frá, um tað verður egg ella ungi, segði Páll á Reynatúgvu í dag.
Í øllum førum skal Løgtingið savnast til sín fyrsta fund hesa setuna leygardagin klokkan 10. Tá skal nýggjur løgtingsformaður veljast, og uppskot til løgmansevni skal leggjast fram. Neyðugt er tó ikki at avgreiða løgmansvalið henda dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald