Innanlands

Bárður farin á fund við løgtingsformannin

Nú skal hann greiða frá støðuni í samráðingunum

Bárður á Steig Nielsen úr fundarhøli trý á aðru hædd í løgtinginum á veg inn til løgtingsformannin (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen úr fundarhøli trý á aðru hædd í løgtinginum á veg inn til løgtingsformannin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-13 09:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá klokkan var farin væl av hálvgun tíggju fór Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, á fund við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann.

Hann skal greiða frá støðuni í samgongusamráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkinum.

Formenninir høvdu avtalað at hittast í tinginum aftur klokkan hálvgun níggju. Tað gjørdu teir, men teir fundaðust ikki. Ikki fyrr enn fimm minuttir í hálvgun, fóru Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana á fund saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder