Innanlands

Bárður fer møguliga til løgtingsformannin

- Um vit ikki koma víðari herfrá má eg taka støðu til, um eg skal boða løgtingsformanninum frá, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd)

2019-09-12 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn hevur eingin fundur verið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, síðan tey fóru til hús í gjárkvøldið, og á middegi í dag segði Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, at samskiftið millum partarnar fyrrapartin hevði verið avmarkað.

Men Bárður á Steig Nielsen hevur framvegis góðar vónir um, at tað fer at eydnast at skipa samgongu millum flokkarnar.

- Eg havi framhaldandi vónir um, at vit kunnu náa á mál, men í løtuni eru ósemjur, sum vit ikki tykast at kunna finna eina loysn á. Tí mugu vit umhugsa, hvat gerast kann, fyri at vit kunnu taka síðstu tøkini saman í felag, sigur hann við FM1.

Men verður ein semja ikki funnin í dag, noyðist formaðurin í Sambandsflokkinum nokk at fara til løgtingsformannin.

- Um so verður, at vit ikki koma til sættis um nakað seinni í dag, so verði eg nokk noyddur at boða løgtingsformanninum frá, at tað sær út til, vit ikki koma á mál, og so mugu eg og løgtingsformaðurin taka støðu til, hvat víðari skal henda, sigur hann.

- Nú má dagurin í dag vísa, hvat gerast kann, og um tað vísur seg, at vit ikki koma víðari herfrá, sum vit eru nú, má eg taka støðu til, um eg skal boða løgtingsformanninum frá. Ta støðuna má eg taka seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder