2019-01-23 20:18
Mentanarvirðisløn landsins varð í ár latin Bárði Jákupssyni, listamanni.
Virðislønin er 150.000 krónur og verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemi hansara verður mentanarvirðisløn landsins 2018 latin Bárði Jákupssyni, stóð millum annað í grundgevingini.
Tá mentanarvirðisløn landsins varð handað í fjør, var tað Barbara í Gongini, sum fekk hendan heiður.
Les eisini: Astrid Andreasen fekk heiðursgávu landsins
Les eisini: Búi Rouch fekk virðislønina til ungt listafólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald