Tónleikaliga háaktuelli Bárður Johannesen, sum sendi nýggja staklagi "Sophie" út á tónleikamarknaðin um hálvan desember í fjør, spælir fyri fyrstu ferð í Spaniastovu leygarkvøldið 25. januar.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Bárður Johannesen, klaverleikari úr Tórshavn, hevur drúgvar royndir á palli bæði í Føroyum og í Danmark. Við sær í tónleikaskjáttuni hevur hann eisini eina útbúgving innan rytmiskan tónleik frá 2002. Tónleikaliga barlastin og frálíku tónleikaligu evnir hansara bæði einsamallur ápalli og í tónleikabólkum, eru orsøk til at hann er heiðraður, virðisløntur og viðurkendur sum tónleikari.
Aftaná fyrstu útgávu síni, Ancient Forgotten Stories í 2010, varð Bárður í 2011 útnevndur til Ársins besti tónlistamaður av Chartbase - størsta sjálvstøðuga tónleika- og hitlista-síða í DK.
Sama ár varð hann eisini vinnari av Great Song Contest of Amnesty International við sanginum "Verð fyri øll" og The Great American Song Contest við "Gamle legender", ein sangur fyri ljóðføri.
"Sopie" er fyrsta staklag hansara síðani "Stars and Oceans", sum Bárður eisini fekk góð skotsmál fyri. Og nú Bárður Johannesen skal framføra sín tónleik í Spaniastovu á fyrsta sinni, er nýggja staklagið "Sophie" eitt av ferskastu og mest spældu løgum í Føroyum seinasta mánaðin.
Við sær á pall hevur Bárður Johannesen úrmælingarnar Brandur Jacobsen, slagverk, og Eyðun E. Johannesen, bas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald