Mentan

Bárður Oskarsson fær altjóða heiðursmerki

Hetta er fimtu ferð, at føroyski rithøvundurin og teknarin fær "The White Ravens" heiðursmerki. Hesaferð fyri bókina 'Bob'

2024-10-10 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski teknarin og rithøvundurin Bárður Oskarsson er enn einaferð heiðraður við “The White Ravens” heiðursmerki. Hesaferð er tað fyri myndabókina “Bob”, sum kom út á føroyskum í vár.

”The White Ravens” er eitt úrval av altjóða góðskubarna- og ungdómsbókmentum. Hvørt ár velur Internationale Jugendbibliotek einar 200 merkisverdar nýggjar barna- og ungdómsbøkur. Í ár eru tær 216 útvaldu bøkurnar frá 62 londum og á 44 málum, og hesa ferð er myndabókin “Bob” hjá Bárði Oskarsson við í rúgvuni.

Barnabókmentaserfrøðingar frá The International Youth Library velja bøkurnar grundað á ummælir og fríeintøk, sum bókasavnið fær ígjøgnum árið.

Nevndin leggur dent á bøkur, sum kunnu hava áhuga fyri ein altjóða lesaraskara, orsakað av høga bókmentaliga og myndaliga støðinum og/ella evnunum, sum bókin viðger.

[object Object]

Leitar eftir røttu gularótini

“Bob” snýr seg um kaninina Bob, sum leitar eftir heilt røttu gularótini. Tað er ikki lætt at velja ta heilt røttu í handlinum, gularótin skal hava júst tann rætta ljósa appilsingula litin. Men Bob finnur júst ta røttu og fer við bussinum heim, og gloymir gularótina eftir í bussinum!

Men so kemur hundurin Hilbert fram við, og kanska alt fer at laga seg.

Bárður Oskarsson, ein meistari

Um Bárð Oskarsson skrivar The White Ravens-nevndin, at hann er ein meistari í at tekna minimalistisk andlitbrá og skriva beinraknar setningar. Hansara stuttu søgur um kaninina og hundin tykjast einfaldar, men hava í veruleikanum bæði ein brodd, eitt tvist og heimspekiliga grundan.

Hetta er fimtu ferð, Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðursmerki. Hann hevur áður fingið tað í 2006 fyri “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, í 2013 fyri “Stríðið um tað góða grasið”, í 2016 fyri “Wilbert”, í 2018 fyri “Træið” og nú í 2024 fyri “Bob”.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav “Bob” út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli, m.a. í Weekendavisen. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er frá fleiri øðrum londum, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder