"Bob" er heiti á nýggju myndabókini hjá Bárði Oskarsson, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.
Myndirnar hava eyðkenda stílin hjá Bárði, og undirspælda, stuttliga og minimalistiska søgan hevur eitt filosofiskt tvist.
Bárður Oskarsson er ein tann mest týddi føroyski rithøvundurin. Bøkurnar hjá honum eru útgivnar á uml. 20 ymisk málum. Fyrsta bók hansara er "Ein hundur, ein ketta og ein mús" frá 2004. Tann best kenda er helst bókin, "Flata kaninin".
"Træið", sum er fyrsta bókin í røðini um Hilbert og Bob, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í 2018. Rættindini til "Bob" eru longu seld til USA og Danmark, har bókin verður útgivin seinni í ár, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.
"Bob" er triðja bókin um hundin Hilbert og kaninina Bob.
Um bókina:
Bob hevur funnið ta heilt røttu gularótina í handlinum, men knappliga er hon burtur … Hann gloymdi hana í bussinum. Men so kemur Hilbert, og kanska alt fer at laga seg.
Bókin er innbundin, og 32 bls.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald