Innanlands

Bárður vinnur inn aftur á Aksel í spurninginum um løgmann

Aksel V. Johannesen er framvegis maðurin, sum flest veljarar peika á sum komandi løgmaður. Men munurin til sitandi løgmann er nú minkaður munandi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-21 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv teir flestu veljararnir peika framvegis upp á Aksel V. Johannesen sum tann, ið tey helst vilja hava til løgmann. Men munurin millum hann og undirtøkuni fyri sitandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, er minkaður.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Í kanningini, sum varð gjørd mikudagin, vóru 500 veljarar spurdir um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval. 35,8 prosent søgdu Aksel V. Johannesen og 21 prosent søgdu Bárður á Steig Nielsen.

Hóast munurin er stórur, so er hann als ikki eins stórur, og tá spurningurin varð settur beint fyri jól í fjør. Tá peikaðu heili 43,5 prosent á Aksel og einans 17,6 prosent á Bárð.

Eftir at undirtøkan fyri javnaðarformanninum støðugt hevur verið vaksandi síðan mars í fjør, so hevur kurvan nú fingið eitt brot niðureftir. Og kurvan hjá Bárði á Steig Nielsen er júst hin sama, bara øvugt, ella speglvent.

Sí kurvarnar niðjast á “Barometrinum”

Fólkafloksveljarar fingið trúnna aftur
Hóast ongin visti, tá veljarakanningin varð gjørd, hvør fór at verða formaður fyri Fólkaflokkin, so vóru tað kortini heili 10,3 prosent, sum peikaðu á “formannin/forkvinnuna í Fólkaflokkinum”.

Hetta er ein munandi framgongd í mun til seinastu kanning, tá tað bert vóru 6,2 prosent, sum peikaðu á tásitandi formannin, Jørgen Niclasen. Eitt tekin um - kanska - at fólkafloksveljararnir í størri mun hava fingið trúnna á, at tey nú kunnu fáa løgmann aftur, eisini hóast tey ikki vistu hvør avloysarin fór at vera.

9,5 prosent (10,9 prosent seinast) peikaðu á Høgna Hoydal, 8,8 (6,0) prosent á Ruth Vang, 3,2 (2,6) prosent á Jenis av Rana og 1,6 (2,1) prosent á formann Sjálvstýris, Sámal Petur í Grund.

Aksel sterkastur í egnum flokki
Tá farið verður nærri inn í tølini, so sæst, at javnaðarveljarar eru mest trúfastir mótvegis egnum formanni. 88 prosent av teimum, ið siga seg velja Javnaðarflokkin, peika eisini á Aksel V. Johannesen sum løgmann, meðan 84 prosent av sambandsveljarunum peika á Bárð á Steig Nielsen.

Tað sæst, at tað eru hesir báðir, ið eru høvuðsvalevni í so máta. Tí veljararnir hjá hinum flokkunum eru ikki eins hugaðir at peika á egnan formann.

57,2 prosent av fólkafloksveljarunum peika á egið forfólk, 56,9 prosetn av framsóknarveljarunum peika á Ruth Vang, meðan tað er undir helmingurin av tjóðveldisveljarunum, 49 prosent, sum peika á Høgna Hoydal. Jenis av Rana fær undirtøku frá 47 prosentum av egnum veljarun og Sámal Petur í Grund frá 44 prosentum.

Havnin og so hini
Eitt annað parametur, ið er áhugavert at hyggja eftir, er hvussu landafrøðiliga býtið er í hesi kanning, tí tað er stórur munur millum hvat havnarfólk siga, og hvat veljararnir uttan fyri Havnina siga.

Í Havn hevur Aksel V. Johannesen stóra undirtøku, 39 prosent, men síðan eru prosentini meira javnt býtt millum hinar biðlarnar til løgmanssessin. Sitandi løgmaður fær bert undirtøku frá 15 prosentum av veljarunum í Havn. Nummar trý á hesum listanum er Ruth Vang, sum við 13 prosentum hevur størri undirtøku enn Høgni Hoydal, sum fær undirtøku frá 11,5 prosentum. Rættiliga óvæntað, tí Tjóðveldi fær lutfalsliga nógv størri undirtøku í høvuðsstaðnum.

Valevnið hjá Fólkaflokkinum fær bert undirtøku frá gott fimm prosentum av veljarunum í høvuðsstaðnum.

Hyggja vit hinvegin eftir hvussu undirtøkan er uttan fyri høvuðsstaðin, so er Aksel V. Johannesen framvegis best umtóktur við 33,5 prosentum, meðan sitandi løgmaður fær undirtøku frá 25 prosentum, forfólkið hjá Fólkaflokkinum fær undirtøku frá knapt 14 prosentum.

Tað er eisini áhugavert, at næstan 10 prosent av teimum spurdu halda, at tað ikki skal vera eitt av verandi forfólkunum, ið skal vera løgmaður, men “onkur annar”. Landafrøðiliga eru tað 8 prosent í Havn og 15 prosent uttan fyri Havnina, sum halda hetta.

Hyggja vit eftri kynsbýtinum, so er tað eisini ymist hvat kvinnur og menn halda.

Kvinnurnar vilja helst hava Aksel til løgmann, 39 prosent. Síðan koma Bárður 20, einasta kvinnuliga forkvinnan, Ruth Vang, 12 og Høgni Hoydal 9 prosent.

Menninar svara Aksel, 33 prosent, Bárður 22, ‘fólkafloksforfólkið’ 14 og Høgni Hoydal 10 prosent. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder