Baresso í SMS, sum vit kenna tað, lat aftur leygardagin 17. august, og 31. august letur nýtt matstað upp í nýggjum hami og við nýggjum konsepti. Tað sigur SMS í tíðindaskrivi.
- Fólk kunnu gleða seg til eitt nýtímans matstað við einum føroyskum brái, sigur Sally Rasmussen, leiðari fyri øll matstøðini í SMS.
Tað verður eitt nýtt matstað við nýggjum møblum og keypsdiski, og eisini verður nógv nýtt á matskránni.
- Tá Baresso ketan stongdi, gjørdu vit fleiri broytingar í okkara matskrá, eitt nú fingu vit vælumtókta bobbluteið, og nú verður matskráin enn størri og meiri fjølbroytt, greiðir Sally frá.
Nýggja kafein og matstaðið letur upp aftur 31. august, sama stað sum Baresso var við mongu av somu vælumtóktu vørunum á matskránni og eisini nógvum nýggjum.
Umframt hetta eru eisini broytingar hjá matarstaðnum beint við síðurnarav. Sunset í SMS lat aftur 18. august og letur upp aftur 31. aug í nýggjum hami.
- Tað verða gjørdar stórar broytingar, sum viðskiftafólkini fara at fáa ágóðan av, sigur Sally Rasmussen.
Sunset verður nútímansgjørt við nýggjum køki, keypsdiski og møblum í sjálva matstaðnum.
- Eisini kunnu viðskiftafólkini gleða seg til nýggjar vørur á matskránni, og at vit eitt nú fara at gevast við at nýta plastiksúgvirør, sigur Sally.
Bæði matarstøðini lata upp aftur 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald