
Í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum setti grein 52 fyrispurning um serliga bíðitíðina til barna-og ungdómsspykiatriina, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum millum annað, at tað hevur ávirkað virksemið á barna- og ungdómspsykiatrisku deildini nógv, at tað er so trupult at fáa barnapsykiatarar í starv. Tískil hevur eitt av trimum serlæknastørvum á deildini verið ósett síðan juli í ár, og bíðitíðin er sera long.
Hetta vil Kaj Leo Holm Johannesen nú broyta.
- Landsstýrismaðurin er í løtuni í samskifti við sjúkrahúsleiðslunaum, hvussu fíggjarliga uppraðfestingin av Psykiatirska Deplinum seinastu tvey árini er brúkt,umframt hvussu ætlaða uppraðfestingin til økið komandi ár verður brúkt skilabest við atliti at starvsfólkaorku,soleiðis at bíðitíðin til útgreining kann minka –samstundis sum eitt nøktandi viðgerðatilboð kann verða veitt teimum sum longu eru í viðgerð í Barna-og ungdómspsykiatriini
Hetta stendur niðast í svarinum, har landstýrismaðurin fyriheldur seg til, um tað er er nøktandi starvsfólkaorka til tey børn, sum longu eru í viðgerð. Har verður eisini nortið við, sum nevnt omanfyri, at tað ertrupult at fáa barnapsykiatarar í starv. Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at metta bíðitíðin til útgreining í Barna-og ungdómspsykiatriini í løtuni er um 16-17 mánaðir. Metingin byggir á, at tað í løtuni eru 194 børn á bíðilista - 117 børn í aldrinum 0-11 ár og 77 ung eru í aldurbólkinum 12-17 ár - og at Barna-og ungdómspsykiatriin við verandi starvfólkaorku klárar tríggjar nýggjarútgreiningar um vikuna framgongur í svarinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen til Sirið Stenberg.
Bíðilistin er vaksandi, og heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til Barna-og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina, men tað skal eisini vera viðgeratrygt í barna- og ungdómspsykiatriini slær landstýrismaðurin fast á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum
Landsstýrismaðurin hevur kallað sjúkrahúsleiðsluna og umboð fyri barna- og ungdómspsykiatriina á fund, at umrøða bíðitíðirnar, og hvussu tey, sum standa á bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatriina, kunnu fáa ta hjálp og viðgerð teimum tørvar skjótast gjørligt, skrivar hmr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald