Innanlands

Barnaansingarsamstarvið í norðara parti av Suðuroynni longt

Børn úr Hovi og Fámjin kunnu framvegis ganga í barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági

2024-10-03 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í Tvøroyrar kommunu í síðstu viku samtykti Tvøroyrar býráð einmælt at longja samstarvið á barnaansingarøkinum, við grannakommunurnar Hov og Fámjin. Samstundis heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarðin Mýrifípan út.

- Samstarvið millum kommunurnar hevur altíð verið gott og tað gleðir meg, at vit eru komin ásamt um at longja samstarvið».

Hetta sigur Kristin Michelsen við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi og Heidi Hammer, skrivari hjá Hovs kommunu, vóru á vitjan í barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági fyrradagin í vikuni Kari Joensen, leiðari á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, vísti gestunum runt á barnagarðinum og greiddi frá mannagongdunum har. Umleið 160 børn hoyra til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu og gott 100 teirra halda til á Mýrufípuni.

Delmar Tausen sigur, at samband hevur verið millum kommunurnar alla tíðina, síðan tíðindini bórust um, at børnini í Hovs- og Fámjins kommunum vórðu uppsøgd frá 1. oktober 2024. Hann sigur, at hann setti seg í samband við foreldrini í Hovi, ið vórðu ávirkaði av hesum, og bað tey bíða við at taka nakra stóra avgerð alt fyri eitt. Heldur varð roynt at finna eina loysn, so børnini kundu halda fram í barnagarðinum í Trongisvági.

- Børnini eru fallin til, hava fingið vinir og trívast sera væl í Mýrifípuni

6 børn úr Hovi, hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at eisini fyri tey, hevði tað sera stóran týdning at fáa hesa avtaluna upp í lag.

- Fámjins kommuna hevur við hesum tryggjað barnagarðspláss og ansing av børnunum í kommununi og eg haldi vit hava fingið eina góða loysn. Hetta tryggjar framtíðina hjá børnum okkara», sigur Jóanis.

Avtalan, ið var undirskrivað í Mýrufípuni fyrradagin, merkir, at sáttmálin kommununar millum er galdandi í trý ár. Síðan er uppsagnartíðin eitt ár.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder